Jólakalendarin í SVF

“Vitin” er heitið á jólakalendaranum hjá Sjónvarpi Føroya í ár. Við drama og spenningi fylgja vit einari familju, sum er strandað úti á einum vita allan jólamánaðin. Í spenningsrøðini royna bæði fólk og løgnar verur at spilla teimum jólini

Jólakalendarin er klárur
 

Tey bæði Eir í Ólavsstovu og Páll Danielsen hava skipað fyri og skrivað handritið til jólakalendaran, sum hevur fingið heitið Vitin. Harumframt hava eini 50 fólk hava verið við í arbeiðinum, líka frá leikarum, upptøkufólki, pallsmiðjum til ørindafólki.
- Hetta er tann mest ambitiøsi jólakalendarin, vit enn hava gjørt. Og vónandi sæst tað eisini aftur í úrslitinum, søgdu tey bæði á tíðindafundi í sjónvarpinum í morgun.
 
Tað góða og ónda
Jólakalendarin í ár er øðrvísi enn undanfarin ár, tí hann er ein seks tímar drúgvur spenningsfilmur, ið verður sýndur í 24 pørtum - 15 minuttir hvønn dagin fram til jóla. So tað ræður um hjá børnunum at fylgja væl við.
Sum altíð, í einum røttum dramai, er tað stríðið millum tað góða og tað ónda, sum heldur søguni uppi, og soleiðis fara vit at uppliva bæði vandar, hóttanir, jagstran, skattajakt, lívsvanda, humor og yvirnatúrligar kreftir.
 
Familjan strandað
Søgugongdin er í stuttum tann, at vit fylgja einari familju, foreldur og trý børn, sum eru strandað úti á einum vita, ið pápin hevur arvað. Mamman hevur sett sær fyri, at jólini í ár skulu vera sunn, men ongin hevði kortini roknað við, at veðrið fór at skikka sær so illa, at tey verða avskorin frá umheiminum, og harvið eisini møguleikanum at ferðast og at keypa mat. Vit fylgja eisini øðrum fólkum og løgnum verum, sum øll gera sítt til at órógva jólahugnan hjá familjuni.
Jú, sjálvsagt búgva har vættrar: pápin Kógvin (Jákup Veyhe) og Børka (Anna Kristin Bæk ) og ein vættur, sum eitur Lachita (Heidi Elttør), og so ein sonur er eisini, Glotti  (Herfinnur Árnafjall)
 
Kravmikil uppgáva
Í sambandi við upptøkurnar av jólakalendaranum í ár, siga tey bæði, Eir og Páll, at í ár hava tey brúkt óvanliga nógva tíð til jólakalendaran.
- Vit høvdu sett okkum fyri, at gera okkum stóran ómak, og tí hevur hetta kravt ómetaliga nógv av øllum, sum hava verið uppií, sigur Páll Danielsen. Hann vísir eitt nú á, at tað eina tíðarskeiðið búðu tey úti á vitanum í 14 dagar, og at tey fýra børnini, sum spæla við, fingu frí úr skúlanum líka frá 8. mai til 15. september.
- Vit hava arbeitt við handritinum í eini tvey ár, og tilsamans er tað 345 blaðsíður til longdar. Vit byrjaðu við fyrireikingunum í mars í ár, og hava arbeitt líka til nú, og enn er alt ikki klipt saman, sigur Eir í Ólavsstovu. Og hon greiðir frá, at tey fingu eitt avmarkað tíðarskeið at arbeiða í, umframt boð um bert at nýta eitt kamera.
- Bjørg Mohr Andersen hevur sostatt borið 11 kilo á herðunum í 7 mánaðir, leggur hon afturat.
 
Dugnalig børn
Spurd, hvussu tey funnu børnini til leiklutirnar, siga tey, at tey høvdu ikki tíð til at gera upptøkuroyndir og líknandi.
- Vit vistu um nøkur børn, sum kanska egnaðu seg til leiklutirnir, so teimum bjóðaðu vit at verða royndarfilmað, sigur Páll. Og Eir greiðir frá, at tey leitaðu eftir børnum við ávísum eginleikum og førleikum.
- Trý teirra skuldu rigga sum ein systkinaflokkur, og so skuldu tey hóska til typurnar í søguni. Harumframt hevði tað sera stóran týdning, at tey dugdu væl at lesa, og at tey dugdu at seta seg inn í tað, sum tey lesa. Og eg má viðganga, at tey hava verið ómetaliga dugnalig og stuttlig at arbeiða saman við, sigur hon at enda, og hini, sum eru møtt upp til tíðindafundin í sjónvarpinum í morgun nikka samtykkjandi.  
 
 
--
Myndatekstir:
 
 
Rói Samuelsen spælir stóribeiggin, Fríði. Hann er skilagóður og hjálpsamur. Rannvá Arnadóttir spælir systirin Bjørt. Hon er ein irriterandi tannáringur, sum einki tímir. Men skjótt vísir tað seg, at hon er klók og dugir at rokna tingini út. Lítlibeiggin Gilli (Jónatan Petersen) er kanska tann stuttligasti, í hvussu er er hann tann forvitnasti.
 
--
 
Har kemur eisini ein fremmandur maður (Hjálmar Dam) og dóttir hansara (Armgarð G. Mortensen).
 
--
 
Vitin er ein spenningsrøð í 24 pørtum. 24 dagar fyltir við spenningi, stuttleika og óhugna, tí einki er so, sum tað sær út til at vera, men tá tað sær svartast út, fáa børnini óvæntaða hjálp.