Seinastu dagarnar hava fólk gingið kring oyggjarnar og selt jólakalendarar fyri Deyvafelag Føroyar.
Aftur í ár er tað Hermundur Zachariassen, sum hevur teknað jólakalendararn. Ágóðin fer til »Deyvafelag Føroya« og »Grunn Teirra Deyvu«.
Jólakalendarin kostar 50 krónur, og er ein lutaseðil við gávukortum sum vinningar.
Vit trekkja tríggjar ferðir í desember, siga tey frá Deyvafelagnum: 1. desember, 5. desember og 12. desember.
Kunngjørt verður í bløðunum, hvørjir hepnu vinnararnir verða.
Peningurin, sum kemur inn við sølu av jólakalendaranum og við innsavnan av girokortum á posthúsinum, er avgerandi fyri trivnaðartiltøkini, sum Deyvafelagið stílar fyri.
Tí vóna vit líka góða undirtøku eins og undanfarin og takka hjartaliga fyri góðan stuðul, siga tey frá Deyvafelag Føroya.










