Jólakafé í Leirvík

   

Jólakafé verður á Statoil støðini í Leirvík mánakvøldið 7. desember kl. 20.

Á skránni verður m.a. Guðs orð, hugleiðingar um eitt lív við og uttan rúsdrekka, søga v.m. Brandur Jacobsen úr Runavík syngur eisini nakrar sangir.

Borðreitt verður við kaffi og te, køkum og rís á la mande við mandlugávum.

Øll eru hjartaliga vælkomin.