Yvirhøvur hevur verið stak friðarligt hjá løgregluni á jólum, men tað eru kortini ikki øll,sum halda jól. 
Beint eftir midnátt sjálva jólaaftan varð brotið inn í Keypssamtøkuna í Hoyvík. Men har er tjóvaríávaring og hann fór ígongd og tí varð løgreglan skjót á staðið. 
Óvist er um innbrotstjóvarnir fingu nakað við sær. 
Hon tók tríggjar mans, sum hon heldur kunnu hava samband við málið. 











