Í sambandi við at stóra jólatræið í Klaksvík verður tendrað í dag, verður skipað fyri jólahugna í Vágstúni við millum annað báli, tónleiki, jólamanni og kyndlagongu. Jólahugnin í Vágstúni byrjar longu klokkan 14, tá KFUM & K skótarnir lata upp jólacafé við standmyndina ?Fípan fagra?. Eisini verður høvi at vitja jólsøluna, har ymiskt hondgjørt jólaprýði verður at fáa.
Við bálið fara skótarnir at grilla skúmfidusar og snowbreyð saman við børnunum.
Klokkan 16 verður so stóra jólatræið í Vágstúni tendrað, Klaksvíkar Hornorkestur spælir og Jógvan Skorheim, formaður í Mentanarnevndini, flytur fram røðu.
Væntandi verða jólamenn eisini har og bjóða børnunum okkurt.
Um viðrar fara skótarnir at ganga kyndlagongu klokkan 22 frá Dagtilhaldinum og heim í Vágstún, har jólahugnin heldur á fram kring bálið.