Tey,sum hava koyrt ígjøgnum Vág hesa seinastu tíðina uppundir jól, hava lagt til merkis, hvussu ómetaliga hugnaligt miðbýurin er pyntaður. Ikki minst økið uppi við minnisvarðan mitt í bygdini, hevur sett sín serliga jóladám á Vágsbygd hesa tíðina.
Tað er Herman Chirstiansen, arbeiðsformaður hjá kommununi, sum hevur gjørt bæði reinsdjórið, ?gleðilig jól? og hitt jólapyntið. Tað er gjørt burturúr stáli, sum hann hevur boygt og so eru perur settar uppí.
Herman sigur, at bestu lønina, hann hevur fingið fyri hetta, tað er, at so nógv fólk hava tosað við hann um, hvussu vakurt og hugnaligt, tey halda, at hetta er, ikki minst børnini og tað gleðir hann sera nógv, sigur hann. Vágbingar siga eisini, at tað hevur nógv fólk verið norðan av oyggj í Vági, sum fyrst og fremst eru komin at hyggja eftir jólapyntinum í miðbýnum.
Hann sigur, at næsta ár er ætlanin at gera enn meiri burturúr. Hann hevur eina ætlan, men vil ikki avdkúka hana enn, tí tað skal helst vera eitt sindur spennandi.
Men hann sigur, at tað skal farast fram við varsemi fyri ikki at gera ov nógv av, tí so kann økið blíva yvirpyntað og oyðilagt. So tað, sum hann ætlar til næsta er, at leggja eitt sindur afturat og so at pynta meiri eftir vegnum o.s.fr.