Jólahugni í Miðbýnum

Aftur í ár verður jólabýur verður settur upp í Tinghúsgarðinum í Havn, har felagsskapir, skúlaflokkar og onnur selja ymiskt og hava tiltøk. Umframt jólabýin er ætlanin at skipa fyri tónleiki og undirhaldi kring miðbýin. Jólabýurin letur upp í sambandi við, at jólatræið á Vaglinum verður tendrað leygardagin 29. november 2008. Inni á heimasíðuni hjá kommununi kunnu fólk, sum vilja selja ella undirhalda, fylla umsóknarblaðið út.