Klaksvíkar bókasavn bjóðar til jólahugna í dag við Luciagongd, jólakórið og høvi at gera jólapynt
Eisini bókasavnið er við í stóra ´open by night´ tiltakinum í Klaksvík í dag
Frá kl. 15.00 verður høvi hjá foreldrum og børnum at koma á bókasavnið at klippa jólaprýði og eta piparnøtur.
Kl. 17.00 syngur barnakórið í KFUM & K jólasangir, eisini verður Luciagongd og ein jólasøga verður lisin.
Bókasavnið í Klaksvík hevur annars opið allan dagin frá klokkan 10.00 til kl. 22.00, og til ber sjálvandi at lána bøkur allan dagin.
Alt kvøldið bjóðar bókasavnið kaffi við onkum góðum aftur við.