Tær eru nær um allan heimin, hesi serligu, hugnaligu og sermerktu støðini har alt tekur støði í tí írska umhvørvinum.
Írska pubbin er á tremur við mentan og søgu. Í 1900 talinum blivu írsku pubbirnar bannaðar av ensku myndugleikunum, men írska lyndið gjørdi at pubbmentanin tók dyk á seg, og til okkara dagar hevur hendan menningin hildið fram við tí úrsliti, at írsku pubbirnar eru at finna í nærum øllum heiminum.
The Irish Pub Faroes er nú eisini karmur um hetta hugnaliga virksemi. Irish Pub er eitt gjøgnumført koncept, sum er gjørt í tøttum samstarvið við The Irish Pub Company, sum er heimahoyrandi í Dublin. Eitt gjøgnumført konsept úr enda í annan við góðari tænastu til kundan. Saman við tí kenda írska úrvalinum av øli og whisky, er eisini ein løtt og litføgur matarskrá sett á breddan.
Umhvørvið er hugnaligt við t.d fótbólti á flatskermum við góðari ljóðgóðsku umframt livandi tónleiki hvørt vikuskifti við útlenskum og heimligum trubadurum.










