Jólahugni í Havn

Sera hugnaligt var í miðbýnum leygardagin, tá Jólaskipið legði at í Vágsbotni. Aftaná bar til hjá mongu fólkunum at stíga inn á í Miðlahúsinum til drekkamunn og klarinettónleik ella niðan í Jólabýin, har mongu búðirnar lýstu upp í myrkrinum. Seinni var móttøka fyri Vígdis og Sáru í ráðhúsinum.