Jólahugni eystan Múla

Mánakvøldið var jólahugni fyri fólk eldri enn 60 ár í hølunum hjá Hvannasunds Arbeiðsmannfelag. Eini 40 til 50 eldri fólk hugnaðu sær, prátaðu og sungu afturvið eini betri máltíð, sum Elisabeth Nybo av Viðareiði hevði staðið fyri

Norðdepil:
Tað er Mamy Dahl Sørensen av Viðareiði, sum tók stig til at skipa fyri hesum jólahugnanum. Hon sigur, at tað er ikki so nógv hjá teimum eldru í bygdunum eystan Múla at ganga til, og tí noyðast tey sum oftast til Klaksvíkar, tá nakað er. Hon byrjaði tí at hugsa um at gera eitt hvørt fyri tey. Og nú tað stundar til jóla, so helt hon, at tað kundi tað sama verða til ein jólahugna. Hon setti seg síðani í samband við kommunurnar báðar á Viðareiði og í Hvannasundi og spurdi um tær vóru sinnaðar at fíggja tiltakið.
- Tað var játtandi svar beinanvegin, sigur Mamy.
Hon leggur dent á, at tað er so hugaligt at fara í holt við tílíkt, tá stuðul er fyri tí. Og áhugin millum tey eldru var eisini so avgjørt til staðar. Matin stóð Elisabeth Nybo av Viðareiði fyri, og konurnar, sum gingu til handa hetta kvøldið, arbeiða allar innan eldrarøktina í kommununum báðum á Viðareiði og í Hvannasundi.
Tey eldru lótu væl at og vóru sera fegin um, at eitt tílíkt tiltak varð gjørt fyri tey.
Farið varð til borðið um sekstíðina, og tey sungu og prátaðu nógv.
- Hetta er so avbera hugnaligt. Og so er tað eisini so høgligt, tí vit sleppa undan at fara ti Klaksvíkar, hildu tvær damur fyri. Fleiri av teimum høvdu teknað seg til beinanvegin, sum tey hoyrdu um tiltakið.
Og øll sóu út til at hugna sær. Serliga stuttligt var at síggja, hvussu nógvan stuttleika tey fingu burtur úr einum sangi, har tey skuldu reisa seg, tá mánaðurin tey fylla í varð nevndur. Sum unglingar lupu tey øll upp hvørja ferð, og láturin hoyrdist út um.
Mamy Dahl Sørensen sigur, at hon so avgjørt fer at umhugsa at skipa fyri einum líknandi tiltaki aftur.