Jólahugni á bókasavninum

Fríggjadagin 1. desember verður ”Open by night” á Klaksvíkar bókasavni. Byrjað verður longu klokkan 10.00, tá møguleiki er hjá børnum undir skúlaaldur at koma á bókasavnið at klippa jólaprýði.
Seinnapartin frá klokkan 15 verður høvið hjá foreldurum og børnum at koma at hugna sær og klippa jólaprýði og eta piparnøtur. Klokkan 17 kemur Jógvan Politimeistari at vitja, og fer hann at lesa eina jólasøgu fyri børnunum.
Um kvøldið verður eisini okkurt á skránni. Klokkan 20 fer Christoffer Jensen at siga frá nýggju bók síni ”Ziskatrøðbrekkan”. Í bókini sigur Christoffer frá, hvussu tað var at vaksa upp á Ziskatrøð í fimmtiárunum. Og so verður eisini møguleiki at hoyra jólasangir á bókasavninum, tí klokkan 21 fer ein sangbólkur at hava framførslur.
Bókasavnið verður opið til klokkan 23, og alt kvøldið bjóðar bókasavnið kaffi og te við onkrum góðum afturvið. Hetta kvøldið er sjálvsagt eisini ein góður møguleiki at læna sær eina góða bók heim við at lesa í jólafrítíðini.