Tollaksmessukvøld kl 21.00 verður høvi hjá øllum áhugaðum at leggja sær leiðina framvið Kelduni í Skálabotni, har tey fara at syngja jólini inn.
Talan verður um eitt alment jólahugnakvøld við felagssangi, lovsangi og sangframførðslum.
Aftaná verður kaffi við rís a'la mande at fáa.
Í Kelduni siga tey, at tiltakið er ókeypis, men at innsavnað verður fyri missiónsarbeiðnum hjá Kelduni.