Tey flestu, sum eru til arbeiðis á jólum, hava í hvussu er møguleikan at ringja til familjuna heima við hús, og tann møguleikan hava teir seks menninir umborð á altjóða rúmdarstøðini ISS eisini. Tað
- Kevin Ford, Chris Hadfield, Tom Marshburn, Roman Romanenko, Oleg Novitskiy og Evgeny Tarelkin hava ein lættan dag í dag við onkrum smávegis uppgávum, og tá teir hava etið og pakkað gávurnar upp, sleppa teir at tosa við familjuna niðri á jørðini, skrivar amerikanska rúmdarumstingin, NASA, á sínari heimasíðu.
Tríggir av teimum seks hava bara verið nakrar dagar úti í rúmdini. Tom Marshburn, Roman Romanenko og Chris Hadfield komu út á ISS tann 21. desember.
-Eg ynski øllum á jørðini eini góð jól. Eg vóni, at tit eru samd við mær í, at tann granskingin, sum vit gera her á støðini, er ein gáva tik okkara børn og tey komandi ættarliðini, sigur Kevin Ford, sum er leiðari umborð á ISS nú.