Jólaheilsan úr Oslo

Jólahátíðin stendur fyri framman, seenda vit hjúnini tey bestu ynski um eini gleðilig jól og signin Guds yvir komandi ár. Árið, ið farið er, hevur víðkað um vinarskaran, so tað er ómøguligt at náa til øll.

Bókin »Gatefolk og Fyrlysmennesker« kom út fyri síðstu jól, og mong vóru tey, ið keyptu. Her í Noreg er onnur útvgávan útseld, so nú er tíðin komin hjá okkum at takka øllum. Bókin er skrivað av blaðkvinnuni, Hilde Dagfinrud Valen. Hon fylgdi við okkum í flieiri mánaðir, sum stravið var, tá ið ástóð, men vit halda, at hon fekk væl burturúr. Her í Noreg hevur tað ført við sær, at fleiri hava sagt við okkum, at tey hava víðkað sjónarring teirra, og nú betur skilja trupulleikarnar hjá teimum, ið falla vegna rúsandi evni.

Bókin hevur eisini ført við sær, at vit hava havt betri møguleikar at koma í samband og havt ávirkan á myndugleikarnar og ymiskar samfelagsbólkar.

Vit takka eisini hjartaliga øllum, ið hava stuðlað arbeiðinum peningaliga. Tað, ið inn kom, varð fyribils sett á konto í Sparikassanum. Hesum stóð Sverri Djurhuus fyri, so hjartans tøkk til tín, Sverri! Peningurin varð í summar sendur víðari.

Sum árini ganga, verður alskurin til fólkið og føðilandið størri og størri. Dagliga biða vit góða Gud um at signa okkara føðiland Føroyar.

Njál og Erna Djurhuus