Jólahúsið norðuri við gil

Torvroykurin og angin av nýbakaðum holukøkum, hongur millum húsini niðri í bygdini í Sørvági. Tað er jólahúsið norðuri við gil, har hugnin er í hásæti. Jólahúsið er eitt gamalt føroyskt træhús, ið er prýtt og hugna til jólar. Inni er heitt og vinarligt. Tann gamli komfýrurin er kyndur við torvi, og holukøkurnar vera bakaðar á komfýrinum. Te og kaffi stendur úti á, so øll sum eru køld og treingja til at koma í jólahýri eru vælkomin at støkka inn á gólvið. Atgongdin er ókeypis.
Í sambandi við at tað er ókeypis, at koyra í vágatunnlinum sunnudagin 10.12.2006, og at handlarnir í vágum hava leingi opið, er jólahúsið opið frá 14.00 til 22.00. Tá er eisini breyð/drýlur við føroyskum viðskera og fesk súpan til sølu. Kl. 16.00 lesur vættramamman søgu fyri børnum og barnsligum sálum. Kl 18.00 syngur Barnakórið úr Libanon uttanfyri jólahúsið. Kl. 20.00 verður tónleikaundirhald og enda verður við felagssangi.
3. sunnudag í atvent er húsið opið frá 15.00 til 18.30. kl. 16.30 verða tvørfloytu tónar at hoyra. Ver vælkomin í jólahúsi norðuri við gil og njót løtuna.