Á borðinum við livandi ljósum vóru fleiri rokaðir tallerkar við smákøkum og Arnold Ludvig, Rógvi á Rógvu og Leivur Thomsen spældu jóla tónleik.
Myndaevnini á jólamerkjunum í ár eru smákøkur, flestar av teimum køkur, sum vanligt er at gera á jólum. Tað er listamaðurin Edward Fuglø ið hevur teknað jólamerkini.
Tí at myndaevnini eru køkur, fingu starvsfólkini á Frímerkjadeildini hugskotið at gera ein faldara við uppskriftunum til 30 sløg av smákøkum, sum fylgir við, tá ein keypir jólamerkini. Uppskriftirnar eru umsettar til 5 ymisk mál, hetta kemst av, at jólamerkini eru ein stór útflutningsvøra , heili 90 prosent av øllum jólamerkjunum vera seld uttanlands.
Nýggi postverkstjórin Sofus Clementsen bað vælkomin og greiddi frá um ársins jólamerki og um Jólamerkjagrunnin.
Ágóðin av søluni av føroysku jólamerkjunum fer til vælgerandi endamál, ið stuðla børnum í Føroyum. Í fjørð fóru pengarnir til ein legu fyri børn, ið høvdu trupulleikar við vektini. Í fýra vikur vóru tey á Skarvanesi og lærdu um góðar matvanar og um týdningin av at røra seg.
Í ár er umsóknarfreistin til at søkja um pengar frá Jólamerkjagrunninum 7. desember.










