Jólagleði

     

Í tí myrku jólatíð
foldin hvít yvir ong
skalvur í brekku og líð
glerpípur undir fossum og homrum.

Stjørnan lýsir bjørt
yvir frostbitin fjøll
av manna verum ei rørt
til gleði fyri okkum øll.


Ljósið frá Betlehems vøll
hómast enn so kært
sum vegin oss vísir inn í Himnahøll
takk at tú hjá okkum vart.

Harrans gleði gevur hita
lat hetta fast í minni sita
ei køva logan lat ljósið lýsa
sum bjartan vita.