TIL KVINNUR
Tín egna hálsketa
Ivast tú, so eru smúkkur altíð eitt trygt val. Flestu kvinnur elska smúkkur, og tí er tað altíð eitt gott hugskot. Og velur tú at keypa smúkkur, so er tað eitt gott hugskot at gera smúkkurnar so persónligar sum gjørligt. Til dømis at fáa eina hálsketu við navninum hjá viðkomandi í. Hálsketan gjørdist heimskend, tá ið Carrie Bradshaw frá sendingini Sex and the City byrjaði hendan mótan fyri nøkrum árum síðani. Og framvegis er hetta ein hálsketa, sum er ógvuliga persónlig og samstundis vøkur. (mynd. Hálsketa við navn)
Ger eitt armband
Aftur her er talan um eina persónliga gávu, sum kann útbyggjast á hvørjum ári. Pandora armbondini eru ótrúliga vøkur og hava vundið nógv uppá seg seinastu árini. Tú velur sjálvur prýðini, og til ber at keypa fleiri og fleiri prýði við árunum.
GHD slættijarn
Eitt avgjørt hitt til tær kvinnur, sum dáma væl at fáast við hármóta, er tað tiltikna GHD slættijarnið. GHD má metast at vera faðirin at øllum slættijørnum, og neyvan er nakar ivi um, at hetta er tað besta á marknaðinum.
Nýtt luktilsi
Matas hevur nærum øll luktilsi tú kanst ímynda tær, og ein parfuma, sum altíð er eitt hitt, eru tær hjá kenda sniðgevanum Marc Jacobs, sum hava ein frískan og femininan dám. Tann nýggjasta her er Lola, sum sæst á myndini.
Eitt romantiskt vikuskifti
Skalt tú veruliga imponera tína damu, so er eitt romantiskt vikuskifti júst tað tú leitar eftir. Tað nýtist ikki at vera kostnaðarmikið. Eitt vikuskiftið í einum summarhúsum hjá onkrum í familjuni er eisini romantisk. Hevur tú tó hug til okkurt serstakt, so hevur Hotel Føroyar eitt frálíkt tilboð nú, sum gevur tær og damuni eina heilt serliga og romantiska uppliving. Tú kanst keypa tað, sum Hotel Føroyar nevnir Sveimandi Vikuskifti, sum inniber eina nátt við dupultkamari, sum er íroknað morgunmat og fýra rættir úr matskránni hjá frálíku matstovuni Koks á Hotel Føroyum. Tú kanst eisini bíleggja tað sokallaða Góðmetis Vikuskifti, sum gevur tær og damuni átta rættir úr matskránni við víni, og vín á kamarið.
Vælveru til kropp og sál
Cosmeto hevur eina ørgrynnu av massagum, viðgerðum og aromaterapi, sum eru freistandi fyri eina og hvørja kvinnu. Best umtókt er aromaterpi 2 hjá Cosmeto, sum inniber gosbað og bjálving við heitari sjokulátu, víndrúvum, móru ella algum, og sum varðar í 90 minuttir. Men tilboðini eru fleiri, so tú kanst sjálvur leita eftir tí, sum tú heldur hóskar best til tína damu
Smokey eyes sett
Tað er ótrúliga trupult at keypa smyrsl til onnur, og tað kann í veruleikan eisini vera trupult at keypa smyrsl til seg sjálvan. Men eitt, sum ein neyvan fer skeivur við, er eitt smokey eyes make-up sett, sum inniheldur teir týdningarmestu eygnaskuggarnir, sum skulu nýtast til at gera tiltiknu smokey eyes eyguni, sum neyvan nakrantíð fara av móta. Slíkt fæst hjá Make-Up Store, Matas, Body Shop og Cosmeto.
Atgongumerki til Nýggjárskonsertina hjá Norðurlandahúsinum
Er kvinnan til góðan tónleik, so er nýggjárskonsertin hjá Norðurlandahúsinum eitt gott boð. Norðurlandahúsið bjóðar altíð til eina framúr nýggjárskonsert, og allarhelst verður tað soleiðis aftur í ár.
Fá Facebook í heimið
Eftirhondini eru tey flestu farin frá at nýta myndamappur við teirra familjumyndum – ístaðin eru myndirnar endaðar á Facebook og aðrastaðni á netinum. Ein persónlig og stuttlig gáva hevði verið at prenta tær bestu ella stuttligastu myndirnar út, og síðani sett allar í eina rammu. Hetta er ivaleyst ein bílig og rørandi gáva til ein og hvønn.
(mynd: myndir á veggi )
Kevin Murphy vørur
Kevin Murphy telist millum kendastu andlit í hárheiminum, og er hann millum annað persónligi frisørurin hjá Kylie Minogue, Cate Blachett, Naomi Watts og Heidi Klum. Kevin Murphy framleiðir eisini vørur til hárið, og eru hansara heimskendi vørur nú komnar til Føroyar. Um kvinnan er áhuga í hármóta, so er Kevin Murphy helst tann rætti maðurin at leggja undir jólatræi. Vørurnar kunnu fáast hjá Royal Hárfríðkan, og serstakliga vørurnar Hair Resort og Powder Puff kunnu viðmælast.
****
TIL MENN
Føroysk fløga
Aftur í ár eru nógvar góðar føroyskar fløgur komnar út. Páll Finnur Páll hava givið sína helst bestu fløgu út fyri nøkrum vikum síðani, Lena Anderssen hevur gjørt enn eina framúr fløgu, og Høgni Reistrup hevur funnið eitt spennandi úttrykk á sínari seinastu útgávu. Er maðurin til eitt sindur harðari rock, so eru nýggjar útgávur við glóð og Fate.
Kilchoman
Á Islay í Skotlandi ger tey framúr gott whisky – ikki minst Lagavulin og Laphroaig – og nú hava tey fyri fyrstu ferð í 124 ár fingið ein nýggjan framleiðara har. Kilchoman destillaríið lat upp í 2005, og hóast teirra nýggja whisky bert hevur ligið í tunnum í 5 ár, verður tað mett sum eitt nýgg og gott whisky-slag.
www.kilchomandestillery.co.uk
Ashmei renniklæði
Nýgga klædnafyritøkan Ashmei lovar at skapa tey bestu renniklæðini í heiminum - bæði tá ið tað kemur til vælveru, avrik og útsjónd. Og líkt er til, at Ashmei kann fáa fótin fyri seg, tí fyrstu klæðini tykjast spennandi. Og so fara klæðini ikki at forða fyri, at nýggjárslyftini um meira motión ikki halda.
ashmei.com
Retro ur
Fyri 20 árum kom Casio við sínum F-91W uri, sum hevur verið eitt tað mest seljandi urið nakrantíð hjá fyritøkuni. Merkisvert nógvir yvirgangsmenn, sum hava sitið í Guantánamo, høvdu hetta urið, tí tað skal verð so einfalt og álítandi, og bæði Obama og Osama eru sæddir við tí. Urið er bíligt og framvegis væl umtókt.
casio.com
Framúr krimi
Jo Nesbø er framúr sum krimirithøvundur, og røðin um Harry Hole er ein tann besta norðurlendska røðin nú á døgum. Nýggja bókin Genfærd, sum er tann 9. í røðini, verður av fleiri ummælarin roknað sum árins besta krimisøga. Hesaferð kemur alkoholikarin Harry Hole heim til Oslu úr Hongkong fyri at hjálpa einum ungum manni, hann kennir.
Dráp í gamla Rom
Er maðurin framvegis ein smádrongur, sum tímir at spæla telduspøl, so er “Assasins’s Creed: Brotherhood” eitt av ársins bestu action-spølum, sum fæst til PS2, Xbox og PC. Í spælinum eru nógvar søguligar tilsipingar, og framleiðararnir hava gjørt sær stóran ómak við klæðum og arkitekturi í spælinum. Og so ræður tað um at duga at snúgva sær í gamla Rom.
Taska fyri lívið
Amerikanska Filson, sum framleiðir taskir, brúkar sloganið “Built to last a lifetime”, og talan er um framúr vakrar og sterkar taskur, sum kunnu brúkast í arbeiðsørindum og á ferð. Taskurnar, ið er handgjørdar í Seattle, kosta eina hálvan bóndagarð, men afturfyri fæst ein elegant og krútsterk taska.
filson.dk
Premier League
Send mannin á fótbóltsferð til Onglands, har tað lívliga, hendingarríka og sjarmerandi fótbóltsspælið kann upplivast. Miðskeiðis í februar er stórdystur millum Manchester United og Liverpool í Manchester, og síðst í februar er grannauppgerð millum Arsenal og Tottenham í London.
fodboldrejser.dk
Rock- troyggja
Føroyskt design við grunge og rock úttrykki. Troyggjurnar frá Guðrun & Guðrun kunnu gleða sjálvt menn. Hendan kann brúkast bæði í stórari stødd og kropstættari stødd.
gudrungudrun.com
Frískur luktur til veturin
Tað riggar altíð at keypa manninum ein nýggjan lukt – og úrvalið er ovurhondsstórt. Gucci Guilty er eitt intenst og frískt luktilsi, har tú hómar bæði sitron, appelsin og leður.