Jólagávur til hennara

Hetta kann leggjast undir jólatræið til kvinnurnar jólaaftan

Vakurleikaviðgerð

Eina viðgerð fyri andlit ella kropp verða tær flestu kvinnur glaðar fyri. Um hon er strongd, er ein ryggmýking eitt vælsignilsi. Andlitið hugsa flest allar kvinnur um, og tí er ein andlitsviðgerð heilt víst eisini ein góð gáva.


Troyggja

Føroysku sniðgevarnir eru sera dugnaligar at binda lekrar og modernaðar troyggjur. Far ein túr og keyp henni eina flotta troyggju frá Sirri, Guðrun og Guðrun ella onkrum av "popup-handlunum", sum eru nú um jólini.


Smúkka

Eitt nýtt hálsband, armband, oyralokkar ella okkurt til føroyska búnan eru lekrar gávur at fáa. Smúkkur verða eisini ofta roknaðar sum romantiskar gávur, so liggur tú á minus á tí økinum, er tað bara at fara og keypa okkurt dingldangl.


Til stellið

Hetta er ein neyðloysn, men ein neyðloysn, sum tær flestu gerast glaðar fyri. Samlar hon uppá eitt stell, er tað oftani ein sera góð gáva at fáa onkran av teimum stóru pørtunum í jólagávu


Barnagenta

Um tú er lesandi og ikki eigur so nógvan pening, ber væl til at gera hana glaða allíkavæl. Ger ein kekk har tú skrivar "Barnagenta, tá tú vilt” Við tí kann hon ringja til tín tá hon vil út við vinkunum ella manninum.


Erotiskur lesnaður

Hetta er helst best, um maður/sjeikurin gevur unnustuni. Bókin "Fifty Shades - Fanget" av E L James er ein erotisk skaldsøga, sum higartil er seld í 35 milliónum eintøkum. Jólini verða kanska meira romantisk, um hon fær hesa bókina.


Vikuskiftisferð

Keyp henni ein túr til Danmarkar, Íslands ella London. Skriva alt út á eitt pappír og lat hana skilja, at tú hevur ornað ALT, so hon bara kann lena seg afturá og njóta.


Luktilsi

Blomsturbomba frá Victor og Rolf ger hana heilt víst glaða.


Hylki til telefonina

Eitt feminint ella festligt ella bara praktiskt hylki til telefonina er ein góð gáva til modernaðu kvinnuna.


Blaðhald

Keyp henni eitt árshald av hennara yndlingsblaði. Ein gáva, sum varðar alt árið.