Jólagávur til hansara

Tað er ikki so trupult at keypa jólagávur til menn, sum nógv halda. Her eru nøkur boð upp á, hvat hevði gjørt hann glaðan.

Seinasta søgan um Barbarotti

Krimirøðin um Gunnar Barbarotti, sum svenskarin Håkan Nesser hevur skrivað, er framúr. Nú er fimta og seinasta bókin í røðini komin út, og fleiri av undanfarnu bókum hava vunnið virðislønir. Barbarotti skal hesaferð loysa eina gátu um ein horvnan mann. Fæst í bókahandli.



Gylt whisky

Tað verður trupult at finna ein betri whisky-fløsku enn 16 ára gomlu Lagavulin fløskuna. Single malt whisky av Islay vestan fyri Skotland. Angar av salti, torvi og sølteika og hevur turran og roykan smakk við nakað av kryddi og torvi. Fæst í Rúsuni.


Rullukragatroyggja

Steve McQueen sást stundum sum hejta í rullukragatryggju, og nú sæst rullukragin alsamt meira í mótamyndini. Ein grá ella svørt troyggja riggar til tað mesta, men tað ber eisini til at finna ein sterkari lit. HM


Tann fimti maðurin

Jógvan Isaksen hevur sent Hannis Martinsson á pensión og er farin at skriva um William Hammer, sum av bretsku og donsku fregnartænastuni biðin um at finna ein veðurfrøðing, sum hvarv í Føroyum í 1970. Flogvanlukkan í Mykinesi er ein tráður, eins og aðrir træðrir eru aftur til veðurmátingar í Føroyum undir øðrum heimskríggi og til eina stóra vinnufyritøku. Fæst í bókahandli.



Snildfon

Hevur hann ikki fingið sær eina smart phone, so er tíðin kanska komin at geva honum eina telefon, sum er miðilin til alt fleiri tænastur og møguleikar í gerandisdegnum. Tað er ikki neyðugt at fara eftir teimum dýrastu og flottastu frá byrjan. Góðar telefonir fyri rímiligan prís fáast ikki. Sony Xperia S


Til tað praktiska

Ein maskina, sum kann fiksa tær smáu praktisku uppgávurnar heima – og sum maðurin kanska kann reypa sær eitt sindur við, veit hann ikki annað at gera. Ryobi



Legendariskt luktilsi

Montblanc er ikki bert hægsta fjall í Europa, tað er eisini navnið á einum kendastu merkjum innan fínari skriviamboð og ur. Nú hevur Montblanc eisini gjørt eitt klassiskt luktilsi til menn – tíðarleyst og modernað. Montblanc



Londonbrak

Ein gáva av tí dýrara slagnum – men eitt minni fyri lívið. Sunnudagin 20. januar spæla tvey av fremstu feløgunum í enskum fótbólti ímóti hvørjum øðrum í Premier League. London-uppgerðin millum Chelsea og Arsenal er intens og lívlig. Atlantic & Fodboldrejser



Celebration Day

Ein tann mætasti rockbólkurin í søguni, Led Zeppelin, savnaðist í 2007 til eina vælgerandi konsert í London. Konsertin varð upptikin, og fyri einum lítlum mánði síðani kom hon út sum dvd og blu-ray. Led Zeppelin fekk sera góð skoðsmál fyri comeback-konsertina, sum nú kann upplivast heima í stovuni í bestu góðsku.



Livandi gáva

Livandi jomfrúhummarar eru ein delikatessa – og ikki ólógligt at eta, sigst. Avbjóðingin er at halda lív í hummarunum og fáa teir pakkaðar inn og lagdar undir jólatræið.