Jólagávur til allan heimin

Aftur í ár bjóðar sunnudagsskúlin í Lívdini í Hoyvík øllum føroyskum børnum til heimsins størsta jólatiltak.

Hetta er eitt tiltak har føroysk børn fáa møguleika at geva jólagávur til ókend børn úti í heimi, og sum annars ikki fingu nakra jólagávu í ár.
Hesar jólagávurnar verða pakkaðar niður í skógvaeskjur, og í fjør vórðu savnaðar omanfyri 7,5 milliónir gávur til líðandi børn í samanlagt 95 londum. Av hesum savnaðu føroysk børn inn slakar 2900 slíkar gávueskjur.
Kunnað verður í hesum døgum um henda møguleikan í teimum ymisku sunnudagsskúlunum. Freistin at senda inn gávueskjurnar eru úti 29. oktober.