Jólagávur fyri átta mia.

Julen varer længe, koster mange penge, siga danir, og tað seinna er í hvussu er staðfest í ár.

Sambært arbeiðsgevarafelagnum HTS brúktu danir ikki minni enn átta milliardir krónur til jólagávur í ár, og tað eru 16 prosent meiri enn í fjør. Búskaparfrøðingurin hjá HTS, Jørn Brendstrup, sigur við Jyllandspostin, at danir hava spart væl av pengum hetta seinasta árið, og tí hava teir hava ráð at keypa fleiri ella dýrari jólagávur í ár. Eisini heldur hann, at summi hava brúkt eitt sindur meiri enn vanligt, nú tey vita, at tey fáa ein ávísan skattalætta næsta ár. Men sambært búskaparfrøðinginum ávirkar hetta ikki bara jólahandilin, tí hann væntar, at tann privata nýtslan í Danmark verður størri næsta ár enn í ár.

Annars fekk ríkiskassin eisini sítt burtur úr tí góða jólahandlinum. Sambært HTS gav jólahandilin 6.000 arbeiðspláss, og ríkiskassin fekk 2,8 mia. krónur í skatti og avgjøldum.