Finnleif Guttesen
Sum einasta kommuna í landinum, ið ikki rindar avdrøg upp á 72 milliónir í skuld og hækkar skattaprosentið til 23,5, kunnu borgararnir í kommununi vænta sær meira enn eina plastiktasku, og býráðslimir ein klædning, í jólagávum komandi árini, sigur Finnleif Guttesen, fyrrverandi borgarstjóri á Tvøroyri
Eftir lánsavtaluni, ið var galdandi til november 2005, hevði skuldin hjá kommununi verið áleið 64 milliónir krónur við árslok. Nú verður upplýst, at skuldin er 72 milliónir krónur, so her er okkurt spinnandi galið, tí kommunan hevur ikki loyvi til at lána og harvið hækka sína skuld, og tað sær eisini út til, at býráðið bert ætlar at gjalda rentur av skuldini tey komandi 5 árini. Eftir 10 árum er ætlanin, at skuldin skal verða komin niður á eina álíkning, umleið 44 milliónir krónur.
Býráðslimir hava við hesari avtalu, tveitt ábyrgd frá sær og latið upp til okkara børn og abbabørn, um at gjalda gildið.
Borgarstjórin tosar nógv fyri, at Suðuroy skal verða ein kommuna, og um tað er fyri at fáa hinar kommunurnar í oynni at átaka sær skuld hjá Tvøroyrar kommunu skal verða ósagt, men tað má verða ein herskin biti hjá hinum kommununum at slúka.
Men sjálvsagt kunnu hinar kommunurnar slúka hendan kamel, um Tvøroyrar kommunu, ið fær 10 milliónir meira um árið til nýtslu, brúkar hesar milliónir fyri alla oynna. Til dømis ellisheim í Vági , reint vatn, reinar kloakkir o. a. á Tvøroyri, næmingaheim, svimjihøll og fótbóltsvøll í Hovi.
Tíðin fer at vísa suðuroyingum, um býráðslimir á Tvøroyri eru so mikið at sær komnir, at teir megna og hava dirvi til, at síggja út um bøgarðarnar.