Í Fótbóltspanelinum, sum verður á Rás2 í dag klokkan 16, eru Gunnar Nielsen og Jóan Símun Edmundsson gestir. Gunnar Nielsen hevur tvær troyggjur við at burturluta.
Hoyr Fótbóltspanelið á Rás2 hvønn fríggjadag klokkan 16
Onnur er landsliðstroyggjan, sum hann spældi í móti Svøríki á Tórsvølli í 2012. Svøríki vann dystin, eftir at Rógvi Baldvinsson legði Føroyar á odda. Hin troyggjan er frá tíðini í Manchester City. Les niðast hvussu tú kanst vera við í lutakastinum.
Hoyr Fótbóltspanelið á netinum við at trýsta HER
Gunnar Nielsen og Jóan Símun Edmundsson koma at fortelja frá yrkisleiðini, hvussu tað er at verða yrkisspælari í útlandinum og upplivingar á føroyska landsliðnum. Gunnar Nielsen spælir í dag við FH, sum er íslendskur meistari, meðan Jóan Símun Edmundsson er eitt av fáu ljóspunktunum hjá superligafelagnum OB, ið stríðist í botninum.
Spurningurin hesa ferð er: Hvør er einasti føroyingurin, sum hevur spælt í Premier League?
Fyri at verða við í lutakastinum um troyggjurnar hjá Gunnari, so skalt tú senda rætta svarið upp á spurningin á 559999. Spurningar, viðmerkingar og fótbólts-jólaheilsur kunnu somuleiðis sendast á 559999.