Jólagávur í apríl

Hvørt heyst verða sendar nógvar skógvaeskjur úr Føroyum, við jólagávum til illastødd børn kring heimin. Sunnudagssskúlar, kirkjur, samkomur og einstaklingar geva hvørt ár, trúfast hesar jólagávueskjurnar. Familjan Meitilberg er í Nakuru í Kenya, og har hava tey sæð, hvussu stóra gleði hesar skógvaeskjur við gávunum gera. Eisini hóast tað upprunaliga var ætlað sum jólagávur, men ikki komu fram fyrr enn í apríl. – At síggja gleðina, hoyra rópini og síggja teirra bilsni yvir hesar gávur var ein stór uppliving hjá okkum, sigur familjan Meitilberg úr Kenya, sum heitir á fólk um at halda á við at senda gávur sum hesar.