Jólagásin ber av øllum

- Jólini verða hildin heima í Sóljugøtu og verða friðaligari enn vanligt, sigur Jenis av Rana, løgtingsmaður.

- Jólini verða hildin heima í Sóljugøtu og verða friðaligari enn vanligt. Í ár eru tveir av synunum við familjum saman við verforeldrafamiljum teirra í ávikavist Vatne utta fyri Ålesund og í Randers.

 

Tað sigur Jenis av Rana, løgtingsmaður. Hann vísir á, at hvørki abbasynir ella abbadøtur eru saman við teimum í ár, men tað verður øðrvísi næstu jól.

 

- Miðlingurin og konan gleða okkum hinvegin við at verða komin heim á jólum, sigur hann.

 

Jenis av Rana vísir á, at tey hava altíð gás jólaaftan. Hann heldur, at gásin er flottasti fuglur, sum er til, og smakkurin ber av øllum.

 

- Annan av hinum døgunum verður ræst kjøt og súpan.

 

Løgtingsmaðurin sigur, at honum dámar væl at keypa jólagávur. Nakrar vórðu keyptar saman við eitt nú yngstu abbadóttrini í Danmark fyrst í november. Hinar eru keyptar so við og við - og hin seinasta til konuna tollaksmessudag.

 

Veðrið hevur ikki ávirkað stórvegis. Og tó. Tað hevur ikki verið nakað stuttligt at lurtað eftir hvirlunum og óttast, hvat kundi henda.

 

- Nei, betur hevði verið við einum reinum hvítum følvi og stjørnuklárum nætrum, meðan tankarnir leita til Frelsaran og stóru gávuna, Faðirin gav okkum, sigur Jenis av Rana.