Tað eru ikki jólasangir, sum Steintór er mest kendur fyri. Sum partur av Frændum var hann ein av frontfigurunum í friðar- og (til tíðir) protest-rørsuni í 80’unum, men hetta tíðarskeiðið rúmaði tó eisini øðrum.
- Eg minnist sera væl, nær eg skrivaði júst handan sangin. Eg var tá í Kvívík, og tað mundi vera í november mánaði ella har á leið. Í øllum førum var tað so, at jólini av álvara nærkaðust, sigur Steintór, tá vit hitta hann til eitt prát um jólasangin.
- Hann varð eisini spældur inn longu tá. Eg arbeiddi í Útvarpinum um hetta mundið, og saman við teimum úr Frændum spældu vit sangin inn. Hann varð eisini spældur onkra sending í Útvarpinum, men eg havi ikki ánilsi av, hvar tær upptøkurnar eru í dag.
- Undir øllum umstøðum, so var talan um ein sang, sum mær dámdi rættiliga væl. Eg flutti sjálvur til Danmarkar í ’88, og um jóltíðir var hetta ofta ein sangur, sum eg kundi taka fram og spæla. Jólasangir hava jú tann eginleikan, at teir rigga sera væl júst nú, og so verða teir annars meira ella minni gloymdir.
- Og meðan vit tosa um at gloyma, so má eg ikki gloyma, at Rani Nolsøe eisini var við í hesum. Hann hevði nøkur hugskot um, hvussu sjálvt lagið skuldi vera, so tað hevur havt sína ávirkan. Sjálvur helt hann tó ikki, at hansara partur vigaði somikið nógv, at hann skuldi krediterast fyri tað, men eg minnist væl, at hann hevði sína ávirkan.
Fangar huglagið
Um upprunan og hugskotið handan sangin, sigur Steintór, at hann við hesum gjørdi eina roynd at lýsa atmosferuna, sum er kring jólini.
- Eg havi roynt at sett orð á jólini, soleiðis um eg minnist tey. Eg gjørdist eisini pápi á vári sama ár, so tankarnir ferðaðust kanska eisini í størri mun móti heimligum jólaromantikki. Eg hugsaði kanska ikki um tað, tá sangurin varð skrivaður, men í dag eri eg sera fegin um, at tað hevur eydnast at spæla upp til fleiri sansir í tekstinum. Bæði við luktinum, sjónini og hoyrnini. Tí tað er jú nakað serligt at koma í eini hús, har jólastemningurin hevur sett sín dám. Hinvegin er hann eisini anti-materialstiskur og eitt sindur sosial-realistiskur. Hetta við at fanga tað, at øll gera sítt til, at jólini kunnu verða ein hugnalig høgtíð. Og tað skal jú ikki altíð so øgiliga nógv til, heldur. Til dømis reglurnar “Hóast lønin er lítil so hugnar tú um – pyntar við greinum og nissubørnum”. Tað ræður jú mest av øllum um at koma í jólahýr, og tað kann jú ikki keypast, sigur Steintór, sum við hesum undirstrikar, at røturnar ikki eru burtur, hóast jólini eru nær.
- Og talan er jú heldur ikki um nakran siðbundnan jólasang á tann hátt, at tað verður sungið um, hví vit halda jólini. Nú skal eg sjálvandi vanda mær um orðini, men tað var ikki tann søgan, sum var endamálið við sanginum. Hetta er meira um tað at halda jól. Jólini eru nakað, sum vit flest øll eru partur av, og sangurin er eisini eitt sindur eyðmjúkur á tann hátt, at tú gevur teg yvir til jólini. Eitt nú við “Tá klokkurnar ringja syngur tú við – føgur er foldin um gleði og frið”. Tað er aftur hetta her við at raka sjálva atmosferuna, sum er so serlig kring jólini.
- Og so snýr hetta seg eisini um kvinnumyndir. Tað er ikki júst nøkur serlig kvinna, sum eg meini við, tá eg sigi “tú er tann sama hvønn dag”. Heldur er hetta við íblástri frá fleiri kvinnum, sum á sín hátt gera sítt. Eisini á jólum. Eitt nú havi eg havt mammu mína, svigerommuna og konuna í tonkunum, men sum heild er hetta eisini fyri at siga takk fyri tað, sum hesar gera – ofta við lítlari løn afturfyri.
- Og reglan “tú ert tann sama hvønn dag” snýr seg eisini um tað, at vera loyalur móti sínum virðum. Tað kann væl vera, at vera, at vit sveima eitt sindur aftur og fram her í lívinum. Onkra tíð eru vit partur av jólunum, og onkra tíðir av nøkrum øðrum. Jólini eru í allar mátar hugtakandi, men tað snýr seg eisini um, at tú altíð er trúgvur móti tínum egnu virðum, sigur Steintór.
Kim skapti balladuna
Tað er ikki útgávan hjá Steintóri, ið er tann, sum ljómar á útvarpsrásunum mest sum hvønn dag, nú høgtíðin stundar til. Her er útgávan hjá Kim, og eisini tað hevur sína søgu.
- Drós skuldi geva eina fløgu út í 2002, og millum løgini, sum tey høvdu á skránni, vóru eisini fleiri jólaløg. Eg hevði onkra tíð spælt lagið, meðan Eyðfinn Jensen hevði hoyrt tað, og honum dámdi tað væl. Kim hevði eisini hoyrt tað, og vit samdust um, at Kim skuldi spæla hetta inn av nýggjum.
- Og Kim er jú framúr, tá løg skulu framførast. Hann hevur ein heitan og góðan vokal, og saman við klaverinum dugir hann serstakliga væl at tulka sangir hjá øðrum. Mín útgáva bar meira brá av country, men við Kim gjørdist tað ein ordilig ballada. Hetta árið varð hann eisini sera nógv spældur, men síðani hevur tað verið eitt sindur upp og niður. Onkra tíð hevur hann verið nógv frammi, meðan hann onnur jól næstan hevur verið gloymdur.
Ov seint at angra
Aloftast er tað so, at listafólk hava sínar favorittar millum egin verk, og Steintór er sjálvandi einki undantak í so máta. Og hann staðfestir, at hesin sangurin avgjørt er ein, sum honum dámar væl.
- Eingin ivi er um, at Kim framførir sangin ótrúliga væl. Men sjálvur dámar mær best upprunaútgávuna, sum sjálvandi verður framførd, so sum eg ætlaði tað. Tað er jú so við sangum, at letur tú onnur tulka teir, og tað verður givið út, so kanst tú ikki angra, og eg var kanska ikki heilt so fegin um skapið, sum sangurin tá hevði fingið.
- Men samstundis hevur útgávan hjá Kim sínar avgjørdu dygdir. Og eg havi eisini saknað sangin okkurt árið, tá hann kanska ikki hevur verið heilt so nógv at hoyra. So hetta er avgjørt ein sangur, sum eg sjálvur eri góður við, sigur Steintór at enda.










