Aftur í ár skipar J.F. Kjølbro Heilsøla fyri stórari og fjølbroyttari jólaframsýning inni á heilsøluni. Hetta er annað árið á rað, at skipa verður fyri slíkari framsýning. Síðsta ár var framsýningin fram úr væl vitja og vóna fyrireikarnir at líka nógvir kundar vitja hesaferð. Á framsýningin er alt til jóla at síggja, s.s. jólapynt, perur, nissur, jólapappír, kúlur og nógv nógv annað. Umframt jólavørur, verður eisini stórt úrvæl av góðgæti frá Malaco stilla fram. Tað er ikki lang tíð síðan Kjølbro Heilsøla fekk einaumboð uppá Malaco og er henda framsýning ein upplagdur møguleiki at vísa fram vørurnar hjá Malaco. Sum sagt so letur framsýning upp í dag og verður hon opin 3 vikur fram.