Jólafinalan er málið

Løgmanssteypið: Í dag verða átta feløg sáldað frá í kapprenningini um at verða partur av steypafinaluni

Átta dystir í kappingini um løgmanssteypið eru á skrá ídag.

Talan er um fyrsta umfar í kappingini um løgmanssteypið. Undanumfarið var 27. juni. Tá vunnu FC Suðuroy og Undrið FF seg í fyrsta umfar. Bæði FC Suðuroy og Undrið FF skulu spæla á útivølli ídag. Teir í FC Suðuroy eru á veg til Sørvágs, og teir í Undrið FF skulu út um brúnna at spæla ímóti AB.

Tríggir dystir vera millum lið í bestu deildini.

Stórur áhugi er um dystin í Klaksvík, har tað verður avgjørt, um KÍ ella HB skal halda fram í kappingini um at røkka í finaluna, sum fyri fyrstu ferð yvirhøvur verður í jólamánaðinum – leygardagin 5. desember.

EB/Streymur fær í Streymnesi vitjan av NSÍ, og TB fær í Trongisvági vitjan av ÍF. Við Stórá í Trongisvági verður fyrsta bríksl longu klokkan 15.30.

Víkingur og B36 í bestu deildini spæla á útivølli ímóti liðum í næstbestu deildini – ávikavíst B68 og B71 – og Skála í bestu deildini fær vitjan av FC Hoyvík í næstbestu deildini.

 

KÍ – HB: Petur Reinert kl. 19.00

B68 – Víkingur: Eiler Rasmussen kl. 19.00

Skála – FC Hoyvík: Rúni Olsen kl. 19.00

EB/Streymur – NSÍ: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 19.00

07 Vestur – FC Suðuroy: Jákup Ø. Mohr kl. 17.30

AB – Undrið FF: Jón Tór Baldvinsson kl. 19.00

B71 – B36: Bjarki Danielsen kl. 19.15

TB – ÍF: Rúni Gaardbo kl. 15.30

 

Fjórðingsfinalur

21. november

Hálvfinalur

28. november

Finala

5. desember