Jólaevangeliið á frímerki

Í dag gevur Posta út nýggj frí­merki, sum mynda á­vik­a­vist list hjá Olivur við Neyst og jólaevangeliið.

Evnisheimurin hjá Oliv­ur við Neyst er ser­liga bý­­ar­­um­hvørv­ið og manna­heim­urin - men eis­ini frá­brigdi í náttúruni finst í hansara lit­fagra mynda­heimi. Ol­i­vur fæst eis­ini við akv­a­rel­lmáling og hev­ur gjørt hópin av bók­a­myndum úr før­oyska umhvørvinum. Lista­frí­merk­ini sýna tvey dømi um myn­d­a­heimin hjá Olivur við Neyst, “Sólskin” frá 1987 og “Vest­ar­a­vág” frá 1989. Virð­ini á frímerkjunum eru 19,00 og 38,00 kr.

Ársins jólafrímerki við súm­b­olsku myndunum hjá Ed­wardi Fuglø av Jesu føðing ímynda sam­an við tekstinum ein djúp­an menniskjaligan og eks­i­sten­t­i­ell­an veruleika – longsilin eft­ir rættvísi, friði og gleði á lívs­ferð­ini gjøgnum ein órætt­vísa­n, ófriðarligan og ótryggan heim.

Á fyrstu myndini sæst, at rúm fyri gleð­i­boðskapinum bert er í einum fjósi millum hús­djór­ini. Úr rúmdini í erva held­ur stjørnan á at lýsa og boðar frá tí nýggja veru­leik­a­num. Á næstu mynd­ini hevur Jósef tikið stav­in í hond, og fevnandi við arminum um herðar Mariu er hann nú tilreiðar at leiða familju sína fram gjøg­n­um lívið.

Virðini á frímerkjunum eru 7,00 og 12,50 kr. Frí­merkja­hefti og tvey post­kort verða somuleiðis út­giv­in.