Tiltakið eydnaðist stak væl Í fjør, tá fleiri enn 500 vóru til tiltakið.
Moonshots hevur verið virkin sum dansibólkur í nógv ár. Teir spæla góðan dansitónleik fyri allar aldursbólkar.
Teir eru nógv eftirspurdir og hava tí langan bíðilista.
Høllin verður prýdd við ljósperum í øllum litum, borð og stólar verða sett upp og okkurt verður til keyps fyri tosta.
Rammurnar um eitt gott og hugnaligt kvøld skuldu sostatt verið av teimum bestu.
Hetta er eitt tiltak, ið verður meira og meira vitjað fyri hvørt ár, kanska eisini tí at vanligu dansistøðini eru yvirfylt, tá jólaborðhaldini eru desember mánaði siga fyrireikararnir.
Tað er nýstovnaða stuðulsfelagið hjá Róðrarfelagnum Knørri, sum skipar fyri dansinum.
Róðrarfelagið Knørrur, varð stovnað í 1985, tá nakrir ungir dreingir keyptu gamla áttamannafarið, Postbátin.
Báturin varð nevndur »Knørrur«. Fimm ár seinni, í 1990, keypti felagið ein bát afturat. Tað var eitt nýtt seksmannafar, sum Hanus Jensen bygdi, og varð hann nevndur Jarnbardur.
Síðani eru báðir bátarnir útskiftir við nýggjar, sum Sámal Hansen hevur bygt. Fyrst Knørrur í 2001 og so Jarnbardur í ár. Gamli Knørrur eitur nú Ormurin Langi, og hann luttøk eisini í FM kappingini í summar.
Felagið hevur vunnið fleiri FM meistaraheiti við bæði Knørri, men serliga við Jarnbardi.
Øll árini, hevur felagið hildið til við Lágukai, í grótneystinum, í krókinum við Waldemar Lützen, á Skálatrøð.
Ikki kann sigast at umstøðurnar eru góðar hjá felagnum. Neystið hevur bert til endamáls at fáa bátarnar undir tak, heitt vatn er onki og heldur ikki skiftirúm o. t.
Felagið hevur allatíðina, síðani tað varð stovnað, havt ein dreym, um at fáa eitt tíðarhóskandi neyst. Men fíggjarliga orkan hjá felagnum hevur ikki rokkið stórt longur enn til vanliga raksturin. Men nú tá stuðulsfelagið er stovnað og farið til verka, sær framtíðin kanska ljósari út.
Stuðulsfelagið vónar, at nógv leita sær í Jóladans tann 13. desember.
Atgongumerki á kr 100, fáast við dyrnar, og í forsølu á Kunningarstovuni.
Aldursmarkið er 20 ár.









