Jóladøgurðin kemur av trøðni

- Í kvøld - jólaaftan - eru føroyskar gæs og dunnur av trøðni í Havnardali tann besti jóladøgurðin, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Hvussu síggja jólini hjá borgarstjóranum í Tórshavnar kommunu, Heðini Mortensen, út?

 

- Í ár halda vit øll jólini friðarliga á Hoyvíksvegnum. Jólaaftan eru vit inni hjá Guðrun saman við hennara synum og Elini og tveimum av hennara børnum. Vit verða átta vaksin fólk.

 

Heðin Mortensen sigur, at 1. jóladag halda familjurnar hvør sær, og tað hava tey gjørt í fleiri ár.

 

- 2. jóladag eta vit góðan nátturða og tey í familjuni, sum kunnu koma, eru hjartaliga vælkomin.

 

Borgarstjórin sigur, at í kvøld - jólaaftan - eru føroyskar gæs og dunnur av trøðni í Havnardali tann besti jóladøgurðin.

 

- Tað leypir altíð nokk av til 1. jóladag. 2. jóladag verður so kalt borð við eitt nú eggum og sild, royktum laksi, rullupylsu, kjøtpylsu, skerpikjøti og sperðil, fruktsalat og ostafati.

 

Heðin Mortensen sigur, at jólagávurnar til familjuna syrgir konan Hjørdis fyri. 

 

Spurdur, um ringa veðrið, sum verið hevur, hevur ávirkað jólini hjá teimum, sigur borgarstjórin, at tað hevur tað ikki gjørt.