Jólabygdin Æðuvík aftur í jólaskrúð

- Latið okkum hesa tíðina undan jólum liva tilvitandi og geva okkum stundir at hugna okkum saman við børnunum og leggja strongd til síðis. Lat jólafriðin valda. Tað nýtist ikki at verða slík ferð á øllum, segði Sæunn Ólavsdóttir Hansen

Jólahýrur

Tað var kavi og kalt, tá ið tey túsundtals ljósini, sum hava sermerkt bygdina Æðuvík undan jólum nú í nøkur ár, vórðu tendrað sunnukvøldið, 1. sunnudag í advent.
Tiltakið byrjaði við familjugudstænastu í Missiónshúsinum við Martini Restorff Jacobsen, presti, har nýggj altartalva eisini varð tikin í nýtslu.
Júst klokkan 19 vórðu øll ljósini í bygdini tendrað í senn, og tað er ikki at taka munnin ov fullan at siga, at nógv er gjørt burtur úr.
Húsini eru pyntað við jólaperum, jólastjørnum, hjørtum og jólatrøum, og í gørðunum standa jólakrubbur og lýsandi jólamenn.
Jú, Æðuvík er jólabygdin, og tað kann hon av røttum rópa seg.
Kemur tú til bygdina, nú ljósini eru tendrað, skerst ikki burtur, at tú beinanvegin leggur til merkis, at her er nakað, tú ikki sært aðrastaðni í landinum.
Undanfarin ár hava nógv fólk koyrt til Æðuvíkar at síggja vakurt prýddu húsini og garðarnar í tíðini undan jólum, og eingin ivi er um, at bygdin aftur í ár fer at verða nógv vitjað.

Æðuvík kavaklødd
Í fjør helt Árni Joensen í Oyndarfirði røðuna. Tað var væl av vindi og nógv regn, og Árni hevði nóg mikið við at halda orðunum, hann hevði fest á blað, í hondini.
Árni helt eina góða røðu, hornorkestur spældi, og eftir almenna haldið fingu tey mongu, sum komin vóru saman, eplaskivur og heitan gløgg.
Nú sunnudagin var Æðuvíkin uppaftur meira jólakend enn seinasta ár, tí nú var kavi, lítið lot og bítandi kalt.
Vegirnir vóru hálir, og tann eini bilurin, sum hevði ætlað sær til Æðuvíkar, fór hálvur í veitina beint omanfyri Fossdalsbakka og slapp ikki uppaftur við egnari hjálp.
Aftur í ár spædi hornorkestur, og fólk fingu heitan gløgg og eplaskivur.

Sæunn helt røðu
Við løtuna í Æðuvík beyð Kári P. Højgaard, varaborgarstjóri í Runavíkar kommunu, vælkomin og frøddist um, at so nógv fólk vóru samankomin til tiltakið.
Síðan helt Sæunn Ólavsdóttir Hansen, sum áður hevur sitið í Runavíkar býráði, røðuna.
Hon byrjaði við at endurgeva burtur úr eini yrking, sum pápi hennara, Ólavur Gregersen, sáli, hevur skrivað.

"Nú stákast vit í góðum lag,
tí alt skal skína jóladag,
og burturstødd sær kvika,
at koma heim, tí vist er tað
at jól, tey longsul kyka".

Sæunn segði, at jólini eru ímyndin av gleði, hugna, samanhaldi og heimlongsli.
- Øll ynskja vit at gleða og hugna okkum saman á jólum. Og tey, sum burtur eru stødd, hava heimlongsul og gleða seg at koma heim til jóla.
Hon vísti á, at jólini eru hátíð barnanna, og munnu børnini longu vera farin at telja dagarnar til jóla.
Síðan endurgav hon eitt annað vers í yrkingini hjá pápanum:

"Men børnini, tey gleðast mest,
hjá teimum er væl gávan best,
tey royna tí at gita,
ov spakuliga fyri flest,
man tíðin fram sær tita".

- Latið okkum hesa tíðina undan jólum liva tilvitandi og geva okkum stundir at hugna okkum saman við børnunum og leggja strongd til síðis. Lat jólafriðin valda. Tað nýtist ikki at verða slík ferð á øllum.
Sæunn helt fyri, at vit eiga at gleðast um ljósið, sum jólabygdin, Æðuvík, ímyndar.
- Ljósið, sum ber okkum boð um hitt meira enn tvey túsund ára gamla gleðiboðið, ið altíð tykist líka nýtt og gleðiligt og altíð kallar hinar bestu kenslurnar fram í menniskjahjartanum: Tykkum er í dag ein frelsari føddur...
Hon segði, at einglarnir bóru gleði og vón til mangt stúrandi menniskja og vísti á, at árið er ongantíð so langt og trongligt, at tú ikki kennir gleðina við jólunum.
- Bygdir og býir verða prýddar við alskyns jólaprýði, men jólabygdin Æðuvík ber av øllum. Hetta ber boð um, at her í Æðuvík búleikast fólk, sum standa saman og hava gott samanhald. Æðuvík varð kosin at vera reinasta bygd, og nú kunnu vit geva tykkum 5 stjørnur fyri Føroya prýðiligastu jólabygd.

Smágentan...
Sæunn vísti á, at nógv ymisk hátíðarhald hava verið í ár til minnis um mikla danska skaldið, H.C. Andersen.
- Tað er ein søga, sum altíð kemur mær til hugs, tá ið stundar móti jólum, og tað er søgan um smágentuna við svávulpinninum. Hon gekk úti á gøtuni svong og køld, meðan kavaflykrurnar duttu niður á hennara langa gula hár. Útgjøgnum gluggarnar sá hon ljósini skyggja, og øll høvdu so nógv um at vera. Tær smáu neyðarsligu hendurnar vóru næstan deyðar í kulda. Gentan var send út á gøtuna at selja svávulpinnar, men áh, sum ein lítil svávulpinnur hevði komið væl við. Hevði hon bert torað at tikið ein burtur úr rúgvuni, strokið hann móti vegginum og vermt sær fingrarnar eitt sindur. Hon tók ein. Áh, sum hann logaði væl. Ein heitur, ljósur logi, eins og eitt lítið livandi ljós, tá ið hon helt hondina uttan um hann. Hendan smágentan hevði bert svávulpinnin at verma seg við.
Í røðu síni minti Sæunn okkum á at hugsa um tey børn og vaskin, sum ikki hava tað so gott.
- Eg hugsi um tey í Pakistan, nú veturin er farin at gera um seg við kulda og kava.
Sæunn minti eisini á at geva okkum stundir at vitja gomul og sjúk hesa adventina.
Síðan las hon upp yrking, sum Elin Mortensen hevur skrivað.

"Takk fyri várið, sum ljós okkum ber
og túsundtals fuglar aftur av ferð.

Takk fyri summarið, lívsæla tíð,
vakur er hagin, og grøn er líð.

Takk fyri heystið við góðum gávum,
sum vit nú njóta í friði og náðum.

Takk fyri veturin við kava á fold,
nú svevur náttúran, nú hvílir mold.

Mest av øllum, av hjarta hátt:
Takk fyri Jesus, føddur jólanátt.

Við hesi orðum ynskti Sæunn Ólavsdóttir Hansen æðuvíkingum tillukku við jólabygdini, Æðuvík, sum hon rópti eina av perlunum í Runavíkar kommunu.