Vikuskiftið 27.-28. nov. skipar Runavíkar Sjómansheim fyri stórari buffét. Tað er tann í Íslandi so vælumtókti kokkurin Hilmar B. Jónson, sum fer at borðreiða við alskyns fiska- og kjøtrættum. Omaná verður eisini okkurt leskiligt.
Hilmar B. Jónson hevur drúgvar royndir sum kokkur og hevur millum annað verið kokkur á teimum størstu hotellunum í Íslandi, samstundis sum hann hevur verið gestakokkur hjá íslendska forsetanum í 12 ár.
Høvi verður at bíleggja sær borð, og eftir áhuganum at døma gerast hetta ikki ov skjótt. Stjórin á Runavíkar Sjómansheimi, Jeffri Jóhannesen, sigur, at tiltakið er ein roynd at skapa nakað nýtt í økinum, og hann vónar at væl verður tikið ímóti tiltakinum.
Opið er leygardagin kl. 18-21.30 og sunnudagin kl. 12-15 og kl. 18-21.30. Prísurin er 148 kr.
Runavíkar Sjómansheim skipar annars hvørt vikuskifti fram til jóla fyri stórum jóla- og buffétborði.