Klaksvík:
Føroyskt øl frá Føroya Bjór er tað besta jólabryggið anno 2003. Hetta er yvirskriftin í tíðindaskrivi, sum Selskab for Vestjysk Ølkultur sendi út aftaná ølsmakkingina.
Framman fyri 12 onnur sløg av jólabryggið var Føroya Bjór kosið at vera tað besta. Um 100 limir í felagnum vóru tilstaðar hetta kvøldið øl smakkingin fór fram.
Hendan ølsmakkingin er ein sokallað blindsmakking. Og tað vil siga, at tey, sum smakka, verða ikki ávirkað av merkjum ella fløskuskapum, og tann hátt er tað einans smakkurin, sum ger av, um teimum dámar ølið ella ikki.
Umframt at Føroya Bjór hevur vunnið hesa ølsmakking innan jólabryggj tvær ferðir, hevur bryggjaríið somuleiðis vunnið eina tílíka kapping fyri páskabryggið.
Føroya Bjór vann ølsmakkingina við 309 stigum. Nummar tvey gjørdist Jule Ren frá Thisted Bryghus við 287 stigum.