Áhugin fyri árligu jólaborðhaldunum í Rex er stórur. Nú eru bert pláss eftir til tvey kvøld, nevniliga 8. og 15. desember. Kim Hansen og Jákup Veihe skipa fyri tónleikinum og skemtinum í Rex. Matskráin stendur av fimm rættum - m.a. føroyskum viðskera, hummara og dunnubringu.
Til ber at bíleggja borð til jólaborðhaldið í Rex á tlf. 50 55 50 ella við meyl til jol@byin.fo.