Jólaborðhald: Byrjaðu undir hersetingini

Jólaborðhald ella jólafrokost er ein siðvenja, ið hevur sítt uppruna í teimum skandinavisku londunum undir 2. veraldarbardaga.


Tað var undir hersetingini, at fólk komu saman á arbeiðsplássinum til eina felags máltíð í jólamánaðinum. Men hóast kríggið fekk ein enda, so var nýggja siðvenjan lív lagað, tí fólk hildu fram við at savnast til felags máltíðirnar.


At byrja við høvdu máltíðirnar ikki nakað heitið, men eftir at fleiri og fleiri fyritøkur tóku undir við nýggju siðvenjuni, byrjaði man í 1950'unum at kalla tað fyri jólaborðhald ella jólafrokost.


Síðan tá hevur jólaborðhaldini ment seg nógv. Tað er ikki longu bara avmarkað til starvsfelagar, men verður jólaborðhald nú skipað í øllum hugsandi sosialum bólkum. Familjur, vinir, bindiklubbar, gamlar floksfelagar og onnur møtast til hugnaligu samveru í oktober, november, desember ella januar mánað.


Harumframt er jólaborðhald farið at handlað um so nógv meira enn bara mat, hóast at maturin enn hevur stóran týdning. Men í dag er jólaborðhald eitt kvøld fylt við mati, drekka, undirhaldi, dansi, vinskapi og nógvum aftrat.


Hesin stubbin er partur av eini størri grein ”Hvaðani stavar tað”, ið var at lesa í jólablaðnum hjá Miðlahúsinum, ið bleiv borið út í hvørt hús í Føroyum fyrst í desember.