Jólaborðhald aftur í ár

Áhugin fyri jólaborðhaldunum í Rex 2007 var so stórur at nú verur tað gjørt aftur.

Lagt verður upp til góðsku undirhaldi í Rex á jólum. Frá síðst í november til miðjan desember fara tangentleikarin Kim Hansen og skemtarin Jákup Veihe at skipa fyri jólaborðhaldinum.

 

Fyribils er talan um fýra kvøld, har fyritøkur, pør og einstaklingar kunnu uppliva Kim og Jákup og njóta eina fimmrættar matskrá afturvið. Matskráin stendur millum annað av føroyskum viðskera, hummara, dunnubringu, melónsorbét og nøkrum so forkunnugum sum einari pannacotta. Við í prísinum er eisini vín og okkurt leskiligt við dyrnar.

 

Kim Hansen, ið er ein tann royndasti tangentleikarin í Føroyum, hevur áður skipað fyri undirhaldi á jólum. Eisini Jákup Veyhe hevur roynt seg, men hetta er næstu ferð, at teir báðir skipað fyri tílíkum saman í Rex.

 

Til ber at bíleggja borð til jólaborðhaldið í Rex á www.byin.fo.

 

Tey fýra kvøldini, ið kunnu bíleggjast, eru hesi:

 

29. nov, 5. des, 6.des og 13. des.