Í bókini í ár ber til at lesa siðsøguligar greinar, yrkingar og søgur. Bæði upprunaligar føroyskar og týddar.
Eitt nú hugleiðir Benny Drewsen um jólini, sum tey vóru, tá hann var barn. Sigvald Kristiansen hevur samrøðu við Poul Andrias Hansen um ferð heim úr Grønlandi. Farið verður eina ferð við mjólkarbátinum, eins og Heri Tróndheim sigur frá um eina eldri konu, sum hann hitti, einaferð hann vitjaði í heimbygdini.
Aðrar søgur eru sjálvandi eisini at lesa, og so eru tað sjálvandi eisini yrkingarnar, sum eru fleiri og vakrar.
Hópur av tekingunum eftir Janus Dam Guttesen eru í bókini, eins og fleiri myndir eisini eru. Kápumyndina hevur Absalon Hansen tikið, og Guttorm Zachariasen hevur lagt til rættis.
-jm