Fríggjakvøldið verður ball fyri miðnámsskúlunum í Havn og á Kambsdali, og verður tað stóra brakið í Rex.
Nú eru jólafrokostar, jólaveitslur og nógv annað stuttligt á skránni, og soleiðis er sjálvandi eisini hjá næmingunum í miðnámsskúlunum í Havn og á Kambsdali.
Tað er flokkurin 11p úr HF, sum skipar fyri veitsluni, sum ætlandi skal vera eitt øðrvísi og stuttligt kvøld í Rex.
Fyrireikarar skriva í øllum førum á Facebook síðuni, at ein kapping er á skránni sum inniber, at ein heppin vinnari fær VIP rúmið í Rex til sín og trý onnur, og sjampanja fylgir við.
Haraftrat verður víst á, at tey undir 18 ikki sleppa at keypa í barrini ella drekka rúsdrekka í hølunum hjá Rex. Tó fáa tey loyvi at verða við í veitsluni.
Vilt tú vita meira um jólaballið, so ber til at frætta meira á Facebooksíðuni her:
www.facebook.com/events/131035673675396/