Møguleikin at keypa kristiligar bókmentir er vorðin betri, nú Heimamissiónin hevur jólasølu av bókum í Meinigheitshúsinum í Havn.
Fyrr í vikuni lat nevniliga upp ein sølubúð við øllum tí tilfarinum, sum Heimamissiónsforlagið í Nesvík hevur av bókum, fløgum og gávulutum.
Sølubúðin í Meinigheitshúsinum lat upp mánadagin og er opin fram til komandi leygardag. Opið er seinnapart á degi.
Annars finnast aðrir handlar, sum eisini selja kristiligar bøkur. Millum hesar er Logos og Luthers Bókhandil.