Tíðindaskriv
Tað eru ikki øll, sum hava møguleika at vera saman við sínum kæru á jólum, og tað kunnu vera so nógvar ymiskar orsøkir til tað. Og í staðin fyri at sita einsamallur er gott at hava onkran at vera saman við jólaaftan.
Í KFUK í Havn hevur jólaaftan verið hildin á hvørjum ári síðani 1993, og tað verður tað eisini í ár.
Aftur í ár verða tað Sonja Klein og Holger Arnbjerg, sum saman við Jørgen Dahl fara at skipa fyri hesum tiltaki, ið plagar at vera sera hugnaligt.
Jólaaftan í KFUK verður hildin á sama hátt sum hjá teimum flestu.
Fólkini møta klokkan 19.00 til búgvið borð.
Tey fáa jóladøgurða við dunnu og øllum tí, sum plagar at hoyra til. Oman á er rís a la mande við mandulgávu. Jólaevangeliið verður lisið, og jólasálmar sungnir. Sjálvandi verður jólatræ at dansa um, og øll fáa persónligar jólagávur.
Umleið 25 fólk plaga at halda jól saman í KFUK.
Er tað onkur, sum kundi hugsa sær at sloppið við bili til jólaaftanshaldið, skulu tey boða frá. Syrgt verður eisini fyri, at øll koma trygt heim aftur.
Fyri at hava nóg mikið av mati og gávur til øll er neyðugt at tekna seg til jólaaftanshaldið. Freistin at tekna seg er 21. desember, og tað ber til at tekna seg í KFUK tlf. 311928 ella hjá Sonju og Holger tlf. 310177.