Jólaaftan fyri einsamøll

Aftur í ár verður jólahald fyri tey, sum ikki hava nakran at halda jól saman við. 20 desember høvdu 11 meldað seg til at vera við í Havn og 9 í Klaksvík

Í KFUK í Havn eru dyrnar opnar frá klokkan 16:30, men farið verður ikki til borðs fyrr enn klokkan 18.

Jólahaldið í KFUM & K í Klaksvík byrjar aftaná gudstænastuna í kirkjuni, klokkan 18.

Á jólahaldunum á báðum støðum verður sungið saman, jólaevangeliið verður lisið, jóladøgurði etin, umframt at hugni, rísalamande og annað verður á skránni.

Betri stuðlar
Fyrradagin, 4. sunnudag í advent, lat Betri 50.000 krónur tilsamans til trý ymisk jólahald í landinum, nevniliga til KFUM & K í Klaksvík, KFUK í Havn og Í beitinum í Miðvági.
Betri hevur fyrr í mánaðanum latið stuðul til ymiskt annað vælgerandi arbeiði:

• 150.000 krónur til Sinnisbata
• 50.000 krónur til Barna- og Ungdómspsykiatriina.
• 50.000 krónur til Barnaheimið
• 50.000 krónur til Berin Sorgarbólkar
• 50.000 krónur til Eydnudeild Føroyar
• 50.000 krónur til Ælabogan
• 50.000 krónur til Gloym meg ei
• 50.000 krónur til ADHD-felagið
• 50.000 krónur til Kris Føroyar
• 50.000 krónur til Fountainhúsið