So leingi sum menn vita um, hevur guðstænasta ikki verið á Eiði jólaaftan. Ein av elstu og virknastu monnunum innan missiónsarbeiði á Eiði, Kjartan Stakksund, sigur, at alt tað hann veit um, hevur bygdarfólkið savnast til jólatræ jólafaftan. Fyrstu mongu árini var jólahaldið í missiónshúsinum, men seinnu árini í skúlanum. Tað hevur altíð verið jólahald, og ongantíð hevur guðstænasta verið, sum hann veit um. Jóladag er guðstænasta í bygdini, og tá møtir alt bygdarfólkið trúfast.
Var hildið í tveimum fyrr
Kjartan greiðir frá, at tá ið jólahaldið var í missiónshúsinum fyrr, var tað býtt upp í tvey. Klokkan fýra var jólahald fyri børnum undir skúlaaldri, og klokkan seks var jólahaldið fyri børnum í skúlaaldri. Tað vísti seg tó, at nógv tey flestu fólkini komu til fyrra jólahaldið, meðan bert nøkur heilt fá møttu til tað seinna.
Tað bleiv síðani avgjørt, at hesi bæði jólahaldini skuldu sláast saman til eitt stórt, men hetta gjørdist so mikið umfatandi, at tað rúmaðist ikki í missiónshúsinum, og tí var farið niðan í skúlan, har tað er rúmligari.
Ein ógvuliga hugnalig løta
Hóast tað kanska ljóðar eitt sindur løgið í oyrunum hjá flestu føroyingum, at man ikki fer í kirkju jólaaftan, so eru eiðisfólk ógvuliga fegin um henda gamla jólasið í bygdini. Kjartan Stakksund sigur, at jólahaldið er ógvuliga væl umtókt, og tað er ein stak hugnalig løta. At hetta eisini er ein sera góður máti at savna bygdarfólkið er eyðsæð.
Sambært Kjartani Stakksund er tað fólk í øllum aldri, ið savnast til jólahaldið, heilt frá teimum allarminstu til elstu í bygdini. Hóast jólahaldið upprunaliga var ætlað til børnini, so eru tað ikki einans børn og barnafamiljur, sum koma til haldið, men eisini tey eldru taka væl undir við tiltakinum.
At hetta tiltakið er nakað, sum fólk á Eiði ganga og gleða seg til í rúma tíð undan jólum, er einki dulsmál, og Kjartan Stakksund sigur, at fyri eiðisfólk er tað, sum um jólini byrja við jólahaldinum í skúlanum jólaaftan.