Ein jóla-stuðulsfløg, sum eitur "Jól fyri øll" er komin á marknaðin við 20 føroyskum jólasangum, har bæði eldri og yngri føroysk tónlistafólk framføra.
Talan er bæði um upprunaligar føroyskar jólasangir, og jólasangir, sum eru týddir til føroyskt. Talan er um bæði eldri og yngri útgávur, og talan er eisini um onkran sang, sum ikki er givin út áður.
Í morgunsendingini hjá Rás2 í morgun greiddi Høgni Zachariasen frá um stuðulsfløguna, har peningurin fer óskerdur til Kvinnuhúsið.
Tað ber til at hoyra prátið við Høgna Zachariasen undir greinini.