Eins og undanfarin ár fer Føroya Symfoniorkestur at hava eina
familjukonsert undan jólum við ungum solistum og syngjandi børnum.
Tað vera tvær konsertir, báðar í Norðurlandahúsinum sunnudagin 6.
desember klokkan 1400 og klokkan 1700.
Umframt at jólasangir verða sungnir av børnum úr Kóri Glyvra kirkju,
Tórshavnar Musikkskúla, Eysturskúlanum, Vestmanna skúla og Tórshavnar
Kommunuskúla, so fer Oluf Dam at spæla kenda satsin úr klaverkonsert
nr. 21, Kochel 467 av W. A. Mozart, betur kendur sum Elvira Madigan. Hesin
satsurin fekk hetta heitið, tá tónleikurin varð brúktur í svenska
filminum Elvira Madigan frá 1967 um syrgjuligu ástarsøguna um Elviru,
sum var línudansari í sirkusinum hjá pápa sínum, og dragonløjtantin
Sixten Sparre. Tey endaðu sínar dagar á donsku oynni Tåsinge í 1889.
Unga songgentan Jensia Højgaard Dam syngur vakra sangin ?Walking in
the Air? úr The Snowman, sum skaldið Alexander Kristiansen hevur
føroyskað til ?Vit sveima løtt í ský? eftir bretska tónasetaran
Hovard Blake. Hetta verkið, The Snowman, verður framført av
symfoniorkestrinum við Anfinni Heinesen, sjónleikara, sum
frásøgumanni.
Sum vant, so endar tónleikaløtan við, at øll í felag syngja Føgur
er foldin.
Meira kann frættast á www.nlh.fo