Klaksvíkar kommuna og Føroya Symfoniorkestur eru komin ásamt um eitt áhugavert samstarv við eini øðrvísi jólakonsert. Konsertin, sum verður í KÍ-høllini leygardagin 4. desember og byrjar klokkan 16, verður ein jóla-og familjukonsert.
Avtalan millum Klaksvíkar kommunu og Føroya Symfoniorkestur er, at tað verða børn og barnakór, sum saman við symfoniorkestrinum fara at framføra.
Úr Klaksvík verður sagt, at hetta verður ein spennandi og øðrvísi jóla-og familjukonsert, ið tey rættiliga gleða seg til.
Atgongumerkini fara at kosta 75 krónur, men børn undir skúlaaldur sleppa ókeypis.
Tað verður Bernharður Wilkinson, sum verður dirigentur, og frásøgufólk verður Annfinnur Heinesen.