Jól við Rákinum

Nú jólini nærkast, fingu enn einaferð eina slíka ómetaliga trongd at geva tykkum eitt Rák. Við 56 herligum síðum fært tú bæði íblástur, undirhald og nakað at hugsa um - og ikki minst, hugskot til gávur til teirra, sum gleða seg mest til jóla: Børnini.

Samstundis fara vit at minna á tey gomlu, tí hjá teimum er størsta gávan uttan iva ein lítil vitjan – ella allarbest: ein fittur barnamussur á kjálkan.
Við hesum Rákinum takka vit fyri eitt deiligt, stuttligt og hendingaríkt ár. Tað eru tit lesarar, sum geva okkum hug at halda fram, tí uttan tykkara hugskot, samstarvsvilja og rósur var einki Rák.

Góðan lesihug og eini gleðilig jól ynskja vit tykkum!