Hóast koronustøðan ivaleyst fer at ávirka jólini hjá mongum, verður jólahald sum vant í KFUK í Havn fyri teimum, ið sita einsamøll ella hava tørv á at vera saman við onkrum um jólini.
Louisa Niclasen, skrivari hjá KFUK í Havn, sigur við in.fo, at ætlanirnar eru at hava jólahald sum vant, og einasta broytingin sum so verður, at tað tað verður gjørt meira pláss í salinum, so at tað ber til at halda eina ávísa frástøðu.
– Vit eru ikki so nógv, at tað bilar upp á tann mátan. Vit koyra borðini eitt sindur sundur og seta jólatræið onkra aðrastaðni, so tað verður pláss inni í salinum, sigur Louisa Niclasen.
Tað plaga at vera um 15 til 22, ið koma at halda jól í KFUK, og ofta plagar løgmaður at støkka inn á gólvið, um tað letur seg gera.
Fyrireikingarnar til jólaaftan eru farnar í gongd, sigur Louisa Niclasen og leggur aftrat, at ofta eru fólk, ið ringja til KFUK, tí tey vilja fegin hjálpa til.
– Tað eru ofta fólk, sum eg slettis ikki kenni, ið ringja til mín, tí tey vilja gjarna taka eina hond í. Í fjør ringdu eisini tveir kokkar, og tað var sjálvandi eisini sera gott.
Louisa Niclasen heitir kortini á tey, ið ynskja at vera við, um at melda seg til jólatiltakið, soleiðis at tey vita, hvussu nógvur matur skal gerast.